2023-11-24 09:16
Tað er bara loyvt at koyra 50 km/t um tíman á Glyvursvegnum - breiði vegurin, sum gongur frá Argjum og niðan á Hamaran. Kortini verða bilar ferð eftir ferð tiknir fyri ov nógva ferð á strekkinum.
Soleiðis var eisini í gjár, tá løgreglan um døgurðatíð gjørdi eitt átak á Glyvursvegnum. Trý mál vórðu skrivað fyri 68 km/t, 70 km/t og 73 km/t. Teir báðir fyrstu fingu bót, meðan tann triði fekk eitt klipp í koyrikortið.
Annars vóru tvey mál í gjár í Havn og í Eysturoynni, har bilførarar brúktu telefon undir akstri. Tað er ikki loyvt, og gevur bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald