Innanlands

Tríggir fotografar hava sligið seg saman

Fotostudio flutt og vaksið og flutt í nýggj hølir í Smiðjugerði

2020-10-01 12:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fotostudio er Føroya størsta fotofyritøka, og nú eru tey trý, sum eiga og reka fyritøkuna.

Fotostudio var upprunaliga sett á stovn í 2009, men telur nú tríggjar eigarar, sum umframt Per á Hædd, ið hevur verið við alla tíðina, nú eisini telur Pavlu Eliasen og Sunrid í Gong.

Samstundis er Fotostudio flutt í nýggj og tíðarhóskandi høli í Smiðjugerði 1 í Havn, har el-deildin hjá Tekniska skúla áður helt til.

Sjálvur hevur Per á Hædd havt egið virki síðani 1982, og telist millum royndastu fotografar í landinum. Pavla Eliasen hevur verið í fotovinnuni síðani miðskeiðis í 90-unum, og síðani 2016 hevur hon havt egið studio á Tvøroyri. Sunrid í Gong fór í læru sum fotografur í 2003, og hevur síðstu 12 árini havt egið virki við studio í Saltangará.

Nú hava hesi trý funnið saman, og harvið styrkt grundarlagið undir Fotostudio, sum frá byrjan hevur sett sær fyri at loysa allar hugsandi fotouppgávur við góðum hugflogi og tryggum handalagi, men nú verður alt gjørt við talgildari tøkni, og myrkakamarið er ikki til longur.

Við trimum royndum og fjølbroyttum fotografum, ið hvør hevur sína fakligu styrki, fevnir Fotostudio um allar uppgávur og avbjóðingar. Í sambandi við, at Fotostudio hevur fingið nýggjar eigarar og nýggja adressu, verður seinni skipað fyri móttøku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder