2020-09-23 09:51
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Korona smittan breiðir seg framvegis í Føroyum. Í gjár vórðu tríggir nýggir tilburðir staðfestir, ikki eins nógvir og dagin fyri, tá 11 nýggir tilburðir vórðu funnir.
Allir tríggir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, upplýsir landslæknin. Tey smittaðu eru avbyrgd og landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Í gjár vórðu 1.675 fólk kannað, so nú eru tilsamans 121.107 kanningar gjørdar í Føroyum.
Tilsamans hava nú 451 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 416 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er innlagdur á sjúkrahúsi í samband við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald