Innanlands

Tríggir koyrdu ov skjótt í bygdum øki

Undir Fossum í Klaksvík er hægst loyvda ferðin 40 kilometrar um tíman

Undir Fossum (Mynd: Google)

Undir Fossum (Mynd: Google)

2024-07-02 07:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á vegastrekkinum undir Fossum í Klaksvík er hægst loyvda ferð 40 kilometrar um tíman. Tá skal ikki so nógv til áðrenn revsingin fyri at koyra oman fyri loyvdu ferðina rakar meint.

Og tað fingu tríggir bilførarar at smakka, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar á vegastrekkinum millum klokkaan 07.20 og 08.25 í gjáramorgunin.

Ein bilførari, sum koyrdi 63 kilometrar um tíman fekk klipp í koyrikortið.

Ein bilførari, sum koyrdi 64 kilometrar um tíman, fekk koyriforboð. Koyriforboð verður givið, tá talan er um bilførara, sum nýliga hevur fingið koyrikort. Bilførarin skal tá upp til nýggja koyriroynd.

Og bilførarin, sum koyrdi 68 kilometrar um tíman, skal eisini upp til nýggja roynd – viðkomandi fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder