2020-09-29 12:39
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Aftaná tveir dagar uttan nýggjar tilburðir, vórðu tríggir tilburðir aftur staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar Heilsumálaráðið.
Í gjár vórðu 1.060 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 129.038 kanningar nú gjørdar í Føroyum.
Tilsamans hava 463 persónar nú fingið staðfest smittuna í Føroyum, av teimum eru 428 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.
Í løtuni er eingin koronasjúklingur innlagdur. 228 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald