2020-09-20 17:43
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Teir tríggir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og ein nágreinilig smittusporing er byrjað.
Tilsamans hava nú 434 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.
Úrslitið byggir á í alt 115.041 kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald