2020-09-25 12:35
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár vórðu tríggir nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina, boðar Heilsumálaráðið frá.
Í gjár vórðu 1.277 kanningar gjørdar, og 21 kanningar eru ikki liðugt greinaðar. Tilsamans eru 125.690 kanningar gjørdar í Føroyum.
Við nýggjastu tilburðunum hava nú 458 persónar fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum. Av teimum eru 417 staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni
Í løtuni er eingin innlagdur. 229 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald