2023-10-18 08:32
Í gjár, beint áðrenn klokkan 12, varð boðað frá stuldri úr tveimum bilum, sum stóðu parkeraðir uttanfyri Miðlon í Havn, og úr Rúsuni.
Løgreglan varð skjót á staðið og handtók tríggjar persónar í nærumumhvørvinum. Teir vórðu tiknir við á løgreglustøðina, og eru nú skuldsettir fyri stuldur.
Løgreglan er enn í ferð við at lýsa málið og fær tí ikki upplýst, hvat er stolið.
Á tí eina bilinum varð ein rútur brotin, men hvussu tjóvarnir eru slopnir inn í hin bilin er ógreitt.
– Tað kann ikki útilokast, at hann hevur verið opin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald