Innanlands

Tríggir smittutilburðir í gjár

Tveir persónar eru partur av kendari smittketu, hvussu hin triði er smittaður er ikki greitt

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-08 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir nýggir smittutilburður vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Tveir persónar eru partur av kendari smittuketu, meðan tað enn ikki er greitt, hvussu tann triði persónurin hevur fingið smittuna, skrivar corona.fo.

Síðan í gjár eru tíggju persónar eisini staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 37 persónar smittaðir í løtuni.

1202 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 288.060 kanningar í Føroyum.

747 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 709 persónar eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum. 275 fólk eru í sóttarhaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder