![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár vórðu tríggir nýggir smittutilburðir staðfestir, og er samlaða talið á staðfestum tilburðum í Føroyum nú 460.
Teir tríggir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar Heilsumálaráðið.
Í gjár vórðu 1.250 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 126.940 kanningar nú gjørdar í Føroyum.
Av teimum 460, sum nú hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, eru 417 staðfest frísk aftur, og sostatt eru 43 persónar smittaðir í løtuni.
Hóast tríggir tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið, er samlaða talið á staðfestum tilburðum tó bert økt við tveimum, av tí at Landslæknin hevur staðfest, at ein tilburður frá 21. september var falskt positivur.
229 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald