![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár var hugnaløta í Posthúskjallaranum fyri Almu Hansen, Karlu Dahl og Ann-Britt Midjord, har Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var til staðar.
Alma og Karla høvdu báðar 35 ára starvsdag, og Ann-Britt hevði 25 ára starvsdag.
Alma Hansen hevur verið í starvi í barnatannrøktini í tveimum umførum. Fyrst varð hon sett í starv sum klinikkassistentur 25. februar 1985, og hevur hon verið í starvi sum tannrøktari síðan 1990.
Karla Dahl byrjaði sum tannatstøðingur á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu 1. juni í 1985.
Ann-Britt Midjord byrjaði sum tannatstøðingur í barnatannrøktini 11. september 1995.
Borgarstjórin takkaði teimum trimum fyri drúgva tænastu og gott samstarv og ynskti teimum øllum hjartaliga tillukku við degnum og blíðan byr víðari á leiðini, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald