Um vikuskiftið vórðu tríggjar kvinnur heiðraðar, tá ið Nes kommuna skipaði fyri jólaborðhaldi fyri starvssfólkunum.
Tað vóru Turid Hansen, og Súsanna Skoradal, sum høvdu arbeitt hjá kommununi í 20 ár, og Karina Olsen, sum hevði verið í starvi hjá Nes kommunu í 25 ár. Tær arbeiða allar í Barnagarðinum á Svangaskarði.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, segði, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava trúgv fólk á dagstovnunum, sum ár eftir ár, dag og dagliga gera sítt allarbesta fyri at fáa røkja sína uppgávu. Hetta verður virðismett sera høgt.
Borgarstjórin takkaði teimum fyri sera gott samstarv millum ár og dag, fyri trúgva og drúgva tænastu, ynskti teimum framhaldandi blíðan byr og handaði teimum gávur og blómur, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald