Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið tríggjar bilførarar fyri at koyra ávirkaðir.
Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp á bryggjuni í Havn, har ein persónbilur rendi á eitt arbeiðsamboð. Tað vísti seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, og bleiv viðkomandi skuldsettur fyri tað.
Óhappið hevði við sær lítið av materiellum skaða og ongan fólkaskaða, upplysir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Eisini varð ein bilførari steðgaður í Klaksvík, og illgruni var um, at hann var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.
Fyrrapartin í gjár var eisini eitt annað mál um rúsdrekkakoyring í Havn, sum tó endaði við at blíva til nakað heilt annað. Les meira her.
Hálkuóhapp í Kalsbaksbotni
Tíðliga í morgun varð eisini eitt ferðsluóhapp í Kaldbaksbotni, har ein bilur fór á glið í hálkuni og endaði við at koyra út av vegnum.
Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilur vórðu boðsend. Bilførarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, men sum skilst hevði viðkomandi ikki fingið stóran skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald