placeholder
Innanlands

Tríggir tilburðir í gjár

Í løtuni eru 38 smittað við koronu í Føroyum, og ein persónur er innlagdur

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-09-20 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru tríggir nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Í øllum førum er smittukeldan kend, og øll eru smittað í Føroyum.

Sostatt er talið á smittaðum í løtuni komið upp á 38.

523 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.

Ein persónur er í løtuni innlagdur við koronu, og 127 persónar eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder