2020-07-19 13:55
Trý ferðafólk, sum komu til Føroya í gjár umvegis Vága Floghavn, eru staðfest smittað við korona.
Sostatt er talið á staðfestum tilburðum í Føroyum nú komið upp á 191.
Talan er, sambært Heilsumálaráðnum, um eina útlendska familju, sum kom við sama flogfari til Føroya. Øll trý eru nú avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald