2023-09-16 12:32
Í gjár vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 114 km/t millum Kollafjørð og Hósvík, og tað gevur eina treytaða frádøming. Hetta merkir, at bilførarin skal upp til nýggja koyriroynd.
Tá løgreglan kannaði ferðsluna undir sjúkrahúsinum á Tvøroyri, har mest loyvda ferðin er 30 km/t, vóru tríggir bilførarar, sum koyrdu beint omanfyri 40 km/t, og hetta fingu teir eina átalu fyri, verður sagt av løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald