Fróðskaparsetur Føroya hevur í samstarvi við Ilisimatisarfik, Roskilde Universitet og Tænketanken Digital Infrastruktur fingið tríggjar milliónir krónur til granskingarverkætlan um sivila verju og váðaplanlegging í Grønlandi og Føroyum.
Faknevndin fyri skránna um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, sum eitur FASDiNA, hevur gjørt av at játta tríggjar milliónir krónur til eina granskingarverkætlan á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur heitið Sivil verja og váðaplanlegging í Grønlandi og Føroyum.
Granskingarverkætlanin, sum verður undir leiðslu av Rógva Olavson, verður staðsett á nýggja deplinum um altjóða viðurskifti, sum eitur Faroese Centre for International Affairs, stytt FIA.
Hetta er aðru ferð, at stuðul er latin til granskingarverkætlanir frá granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.
Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum.
Yvirskipaða endamálið við hesari granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum, umframt at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økjum.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald