Innanlands

Troels Lund á vitjan hjá Sirið Stenberg

Verjupolitiska samstarvið millum Føroyar og Danmark og á norðurleiðum í breiðari høpi verður umrøtt undir vitjanini av danska verjumálaráðharranum

Troels Lund Poulsen (Mynd: EPA)

Troels Lund Poulsen (Mynd: EPA)

2025-11-21 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag vitjar Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, í Føroyum, har hann hittir landsstýriskvinnuna við uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, fyri at umrøða verjupolitiska samstarvið millum Føroyar og Danmark og í breiðari høpi á norðurleiðunum.

Orsakað av trygdarpolitisku støðuni í heiminum hava Arktis og Norðuratlantshavið størri alsamt strategiskan týdning. Tískil er neyðugt við einum haldgóðum samstarvi um trygdar- og verjupolitikk í millum londini í hesum øki. Tað er avgerandi, at Føroyar er við í tilgongdini fyri at fáa eina felags fatan av raðfestingum og møguleikum í økinum, og at Føroyar hava ein virknan leiklut.

Umframt fundin í Tinganesi vitjar danski verjumálaráðharrin MEST og Atlantic Airways Aviation Academy saman við landsstýriskvinnuni, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder