Uttanlands

Troels Lund Poulsen vil standa á odda fyri borgarligari stjórn

Men formaðurin í Vinstra útilokar ikki, at hann kann peika á Mette Frederiksen aftur eftir valið

Troels Lund Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Troels Lund Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-27 11:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra bjóðar seg fram sum forsætisráðharravalevni.

Tað skrivar hann í fráboðan á Facebook, har hann greiðir frá, at hann bjóðar seg fram at standa á odda fyri einari "ábyrgdarfullari borgarligari stjórn".

– Eg stúri fyri, at um reyðu flokkarnir við Mette Frederiksen fáa meirluta, fara tey at oysa eina rúgvu av nýggjum avgjøldum yvir danir og okkara fyritøkur, skrivar hann.

– Tað verður ikki gott fyri búskapin, fyri okkara vælferð og okkara møguleikar at gera íløgur í meira trygd og kjarnuvælferð.

– Tí bjóði eg meg fram at standa á odda fyri einari borgarligari stjórn í Danmark. Tað geri eg, tí politikkur ongantíð hevur verið meira umráðandi í mínari livitíð.

Eftir at fólkatingsval varð útskrivað í gjár, hava fleiri limir í Vinstra heitt á Troels Lund Poulsen um at bjóða seg fram sum forsætisráðharravalevni, skrivar Ritzau.

Sitandi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hjá danska javnaðarflokkinum, og Lars Boje Mathiesen, formaður fyri "Borgernes Parti" bjóða seg eisini fram.

Troels Lund Poulsen útilokar tó ikki, at hann aftur fer at peika á Mette Frederiksen sum stjórnarleiðara. Tað segði hann í formansumfari hjá DR og TV2 í gjárkvøldið.

– Eg fari eftir einari bláari stjórn. Tað, sum er avgerandi fyri Vinstra er innihaldið, men eg fari ikki at lata nakrar hurðar aftur, segði hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder