2023-07-07 11:27
MRCC fekk gjáramorgunin fráboðan um, at ein trolbátur hevði fingið um skrúvuna. Báturin varð staddur sjey sjómíl eystur úr Fugloynni.
Tjaldrið varð boðsent og sleipaði bátin inn á Kalsoyarfjørð, har bjargingarbáturin Ziska tók yvir. Hetta tí, at Tjaldið var umbiðið til aðra uppgávu.
Fráboðanin kom beint eftir klokkan seks gjáramorgunin, og tað tók góðan hálvan níggjunda tíma til trolbáturin lá við bryggju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald