Mentan

TROM hevur frumframførslu 13. februar

Fyrsta altjóða sjónvarpsrøðin, ið er upptikin í Føroyum, verður skjótt at síggja á stroymingartænastuni Viaplay

(Mynd: Viaplay)

(Mynd: Viaplay)

2022-01-19 17:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at bylgjurnar hava lagt seg eftir dramatiska endan á James Bond-filminum “No Time to Die”, stendur nú aftur ein spennandi føroysk premiera fyri framman.

Í summar vórðu upptøkurnar til føroysku sjónvarpsrøðina TROM gjørdar, og nú er tað ein veruleiki, at fyrsti parturin av teimum seks í røðini fær frumframførslu hin 13. februar.

Tað hendir á stroymingartænastuni Viaplay.

TROM er fyrsta ‘altjóða’ sendirøðin, ið er upptikin og gongur fyri seg í Føroyum. Tað er Torfinnur Jákupsson, ið hevur skrivað leikriti við íblástri úr krimiskaldsøgunum hjá Jógvani Isaksen um tíðindamannin Hannis Martinsson.

Tað er kendi danski sjónelkarin Ulrich Thomsen, ið hevur høvuðsleiklutin, sum Hannes Martinsson. Aðrir størri leiklutir verða spældir av Maria Rich og Olaf Johannessen.

Í øðrum leiklutum síggjast Sissal Drew Hjaltalin, Mariann Hansen, Helena Heðinsdóttir, Hans Tórgarð, Gunnvá Zachariasen og Búi Dam.

Í sendirøðini uppliva vit Hannis Martinsson, sum fær óvæntað boð frá einum einum føroyskum aktivisti, djóraverndarstríðkvinnuni Sonja á Heyggi, ið sigur seg vera dóttir hansara, og at lív hansara er í vanda.

Hannis kemur til Føroya fyri at kanna hví Sonja knappliga er horvin, og kemur fram á líkið av henni undir einum grindadrápi í Sandagerði.

Leitanin eftir svari skapar trupulleikar við løgregluna, og tað eydnast Hannesi at avdúka eitt net av loynidómum og lygnum í hesum lítla samfelagnum. Men hvussu langt er hann sinnaður at fara fyri at avdúka sannleikan?

Leikstjórar eru Kasper Barfoed (‘Dicte’) og Davíd Óskar Ólafsson (‘The Valhalla Murders’). TROM er framleitt av Reinvent Studios saman við Kyk Pictures, True North og ZDF/ARTE. Sendirøðin hevur fingið stuðul frá Nordisk Film og TV Fond, Føroyska Filmsgrunninum og Creative Europe Media Programme of the European Union.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder