Innanlands

Trom-upptøkur avmarka ferðsluna á Landavegnum

Ein partur av Landavegnum verður frá 11.30-13 stongdur fyri allari ferðslu, untantikið íbúgvar í økinum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-08 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum 11.30 til 13 í dag verður ein partur av Landavegnum, frá Geitagerði út til Marknagilsvegin, stongdur fyri allari ferðslu, undantikið íbúgvar í økinum.

Orsøkin er, at upptøkur til krimisendirøðina Trom verða gjørdar, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Leið 2 og 6 til Norðasta Horn koyra í hesum tíðarskeiðnum eftir Hans Andriasar gøtu til Marknagilsvegin, og leið 2 og leið 6 koyra heim aftur í býin eftir Velbastaðvegnum og víðari eftir ferðaætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder