Leygardagin 4/7 verður tiltak í Norðragøtu frá kl. 11-16 við tónleiki, opnum savni,
listaframsýning, føroyskari ryssu við fyli, nýggjum kaffihúsi, røðu, sølutorgi, matsølu og meira.
Pershús letur dyrnar upp fyri fyrstu ferð sum kaffihús, Hallur Joensen syngur – eisini saman við kórinum Eystanljóði. Listaframsýning verður inni í gomlu handilshølunum hjá Glæmuni – nú El-Talvuvirkið; Tummas Jákup Thomsen og Erla H. Olsen sýna fram. Sølubásar við klædnavørum, matvørum, bókum, myndum, smúkkum, handverkslutum og øðrum verður á torginum við gamla býlingin. Tórshavnar Manskór setur setur prikkin aftaná røðuna, sum byrjar kl.15.15.
Fjølbroytta Blásastovusavnið er opið, eins og høvi er at fáa rundvísing kl. 11.30. Ryssan Iris við nýfolaða fylinum Blesstur verða partur av opna savninum.
Øll skráin sæst her
Innanlands
Tróndardagur í Gomlu Norðragøtu
Tiltakið er frá klokkan 11 til 16 í morgin
2020-07-03 14:46
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald