- Eg havi leingi havt áhuga fyri urum og fór at kanna møguleikan at framleiða mítt egna ur. Eftir eina tíð, har leitað varð eftir røttu framleiðarum, fór eg so undir at sniðgeva urið. Frumsniðini eru gjørd, og nú manglar einans tað síðsta av fíggingini til at røkka málinum.
Soleiðis sigur stigtakarin til nýggja føroyska úrið, Hjalti Kárason Djurhuus. Spurdur um, hví hann hevur valt at fara í holt við at framleiða ur, svarar hann:
- Hugskotið til akkurat hetta urið kom í 2019 - tá byrjaði tankin um at framleiða tað fyrsta urið. Hóast urið hevur broytt skap mangan síðan tá, var tankin aftan fyri urið altíð hin sami. At framleiða eitt ur, ið fortaldi um føroyska søgu og mentan, samstundis sum tað skuldi vera einfalt og snøgt. Rætta tilfarið skuldi eisini veljast fyri at nøkta tørvin um eitt haldbart ur.
- Fyri at finna rætta tilfarið, varð millum annað urverkið framleitt í Sveis, og reimin gjørd úr italskum leðri. Eftir nógvar mánaðir við telduna, sum var nýtt at sniðgeva urið við, var tað klárt til frumframleiðslu í januar í ár.
- Urini komu til landið í mars 2020, har vit hava roynt tey í nú skjótt hálvt ár. Ymisk fólk hava gingið við urinum, bæði til arbeiðis og frítíðarítriv. Hugt var millum annað eftir, hvussu haldførið á glasinum og reimini var eftir at verða nógv brúkt. Tey, ið hava roynt urið, eru væl nøgd, og sjálvur eri eg sannførdur um, at urið er av góðari góðsku.
Nú er ein hópfíggingarverkætlan gjørt, har fólk kunnu tryggja sær eitt ur, so skjótt tey koma til Føroya. Tað verða einans framleidd 500 ur við navninum Tróndur í Gøtu. Hvørt urið verður merkt x/500, so hvørt ur verður sermerkt. Upphæddin, ein skal stuðla við á Hópfígging, fyri at tryggja sær eitt ur, er 1495 kr. Í handlunum koma tey at kosta 1795 kr. Um alt gongur eftir ætlan, eru urini í Føroyum í november 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald