Mentan

Tróndur og Brandur Patursson á Listasavninum

Framsýningin við eldri og nýggjum verkum, ið kallast "Ljós og litir", letur upp 16. februar

2024-02-10 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 16. februar klokkan 16 letur upp framsýning á Listasavni Føroya við eldri og nýggjum verkum eftir Trónd og Brand Patursson.

Framsýningin, ið kallast "Ljós og litir", er opin fram til 7. apríl.

– Tróndur Patursson er ein av okkara mætastu listamonnum, og seinastu árini hevur Brandur, sonur Trónd, eisini tikið seg inn á fremstu røð á føroyska listapallinum. Teir báðir hava í mong ár arbeitt við listini lið um lið. Teir hava í felag prýtt kirkjur og onnur almenn støð við glæsiligari list, bæði í Føroyum og úti í heimi.

– Hóast samanflættaða arbeiðslívið, so hava feðgarnir hvør sítt listaliga úttrykk, ið hendan framsýningin verður karmur um. Høvi verður at síggja summi av teirra høvuðsverkum, samstundis sum vit líta aftur á tað farna, nú Tróndur hátíðarheldur sín 80 ára føðingardag í mars, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.

Ferniseringin er frá klokkan 16-18. Kirstin Helgadóttir, savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin. Síðan kemur Rói Reynagarð Patursson, heimsspekingur og rithøvundur, at hugleiða um ljós og litir í listini. Savnið bjóðar ábit og drekka.

Meira um framsýningina kann lesast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder