Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at hann langt áðrenn nakar annar sleit sambandið við dømda kynsbrotsverkmannin, Jeffrey Epstein.
Tað skrivar hann í eini dagføring á egna sosiala miðli sínum, Truth Social.
- Gleðilig jól øll somun, eisini til tey beistini, sum elskaðu Jeffrey Epstein, góvu honum hópin av pengum, fóru út á oyggj hansara, luttóku á veitslum og hildu, at hann var tann feitasti – fyri síðan at “tveita hann burtu sum ein hund”, tá tað gjørdist ov vandamikið, skrivar Trump, og heldur fram:
- Tey søgdu, at tey einki høvdu við hann at gera, at tey ikki kendu hann, søgdu at hann var eitt ræðuligt menniskja, og seinni – sjálvandi – góvu Donald J. Trump, forseta, skyldina, hann, sum í veruleikanum var tann einasti, ið sleit sambandið við Epstein, og tað var langt áðrenn tað gjørdist modernað at gera tað.
Trump sigur víðari, at allir hesir persónarnir, sum republikanski forsetin vísir á, eru demokratar.
Trump og Epstein vóru vinir í 1990’unum og 2000’unum, tá teir ballaðust saman við fleiri øðrum í amerikansku og altjóða valdselituni.
Trump hevur fyrr sagt, at vinalagið endaði í nullunum, og at hann ikki hevur nakað tilknýti við brotsverkini hjá Epstein.
Seinastu mánaðirnar eru komin fram skjøl í túsundavís í Epstein-málinum – eitt nú rættarskjøl, teldopostar, myndir, ljóð- og videoupptøkur.
Epstein-skjølini eru partur av umfatandi próvtilfarinum, sum løgmálaráðið og FBI fyri fleiri árum síðan savnaðu inn í eini eftirkanning í Florida.
Millum leysgivnu myndirnar eru myndir av fyrrverandi amerikanska forsetanum Bill Clinton. Eitt talsfólk hjá Clinton hevur sagt, at fyrrverandi forsetin ikki kendi nakað til brotsverkini hjá Epstein.
Aðrir persónar, sum eru at síggja í tilfarinum, eru stovnarin av Microsoft, Bill Gates, og Andrew Mountbatten-Windsor, sum í november misti prinsaheitið í Bretlandi. Trump er eisini við á fleiri av myndunum.
Epstein-málið hevur verið ein politiskur trupulleiki fyri Trump í fleiri mánaðir, skrivar Ritzau.
Fleiri stuðlar og veljarar hjá Trump halda, at embætisfólk í Trump-umsitingini hava fjalt yvir Epstein og hansara sambond til valdsmiklar persónar og eisini hava fjalt upplýsingar, kring deyða hansara.
Epstein doyði í fongslinum í 2019, meðan hann bíðaði eftir eini ummfatandi rættarmáli í New York um menniskjahandil og kynsliga misnýtslu av ungum gentum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald