Uttanlands

Trump: - Hatur skal einki pláss hava í USA

Forsetin í USA hevur tosað við FBI og sín løgmálaráðharra um, hvat skal til fyri at steðga hópskottilburðum

Mynd: Shutterstock

Mynd: Shutterstock

2019-08-05 08:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20 fólk doyði í El Paso, Texas leygardagin, og gjáranáttina lótu níggju fólk lív í Dayton, Ohio. Í báðum førum var talan um skottilburðir, og tíverri eru slíkir ikki óvanligir í USA.

Forsetin hevur á Twitter sent sínar tankar og bønir út til tey deyðu og familju teirra. Hann úttalaði seg í gjár til fjølmiðlar í New Jersey, og Donald Trump var greiður: 

- Vit skulu steðga hesum. Slíkt hevur gingið fyri seg í okkara landið í fleiri ár, og her er ikki pláss fyri hatrið í USA.

Tíðindastovan Ritzau skrivar, Forsetin hevur longu tosað við FBI (Federal Bureau of Investigation) og løgmálaráðharran, William Barr. Harafturat eru limir í kongressuni hoyrdir, nú arbeitt verður við at finna eina varandi loysn uppá trupulleikarnar við hópskottilburðum:

- Kanska skal tað gerast meira, sigur Trump, og hann leggur afturat, at tað eisini er ein trupulleiki ið snýr seg um sálarliga og sinnisliga sjúku.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder