USA hevur tørv á at fáa Grønland orsaka av tjóðartrygdarávum. Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á einum tíðindafundi í heimi sínum, Mar-a-Lago, í Florida í nátt, okkara tíð.
Fráboðanin kom eftir at hann undanfarnu nátt útnevndi guvernørin í Louisiana, Jeff Landry, til nýggjan amerikanska sendimann til Grønlands.
Á tíðindafundinum varð forsetin spurdur um leiklutin sum serligt sendifólk til Grønlands og um Trump hevur ætlanir um at yvirtaka Grønland.
- Hann er ein maður, sum er góður at samráðast. Vit hava brúk fyri Grønlandi av trygdarávum, segði Trump, og legði afturat:
- Fólkatalið er ógvuliga lítið. Danmark hevur ikki brúkt pengar upp á Grønland, og hevur heldur ikki veitt landinum hernaðartrygd.
- Tey siga, at Danmark hevur verið har í 300 ár ella at onkur var har við einum báti. Vit vóru eisini har við bátum, tað eri eg vísur í. So vit eru noydd til at finna eina loysn, segði forsetin.
Donald Trump hevur fleiri ferðir fyrr tosa um, at USA av trygdarávum skuldi yvirtaka Grønland. Fyrr hevur hann heldur ikki víst aftur, at brúka hernaðarvald til at taka ræði á økinum.
Danir og grønlendingar mótmæla
Mánadagin fanst danska stórnin harðliga at avgerðini hjá forsetanum um at tilnevna ein serligan sendimann til Grønlands.
- Eg harmist um setanina og útsøgnina, sum eg meti vera óhóskandi. Tað er kongsríkið, sum hevur ræði á økinum, segði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen við danskar miðlar.
Í gjár kallaði danska stjórnin amerikanska sendimannin í Danmark, Ken Howery, til fundar í uttanríkisráðnum fyri at “geva eini greið boð og fáa eina frágreiðing”.
Eisini Mette Frederiksen, statsministari, og Jens-Frederik Nielsen, formaður fyri grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, komu við greiðum boðum.
- Vit hava sagt tað fyrr, og siga tað nú aftur. Landamørkini og fullveldið hjá londunum eru greitt staðfest í altjóða rætti.
- Grønlendingar eiga Grønland og USA kann ikki yvirtaka Grønland. Vit vænta, at hesin okkara rættur verður virdur.
Hvørki Trump ella Hvítu húsini hava greitt nærri frá, hví júst Landry er útnevndur til at taka sær av grønlendskum vikurskiftum. Uppgávur hansara eru heldur ikki lýstar nærri, skrivar Ritzau.
Tað er vanligt, at amerikanskir forsetar útnevna serlig sendifólk, tá tað snýr seg um at taka sær av trupulum samrøðum og kreppustøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald