Uttanlands

Trump fær floghavn kallaða upp eftir sær

Altjóða flogvøllurin í Palm Beach fær navnabroyting til President Donald J. Trump International Airport

Privata á flogbreytini í Palm Beach (Savnsmynd: EPA)

Privata á flogbreytini í Palm Beach (Savnsmynd: EPA)

2026-03-31 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í framtíðini skal floghavnin Palm Beach International Airport í amerikanska statinum Florida eita President Donald J. Trump International Airport.

Guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, hevur skrivað undir eina lóg, sum broytir navnið á floghavnini, so at hon verður kallað upp eftir núsitandi amerikanska forsetanum. Formelt skal uppskotið tó fyrst góðkennast av floghavnsmyndugleikanum, Federal Aviation Administration (FAA), skrivar miðilin NBC, Mami, sambært dr.dk.

Donald Trump er føddur í New York, men hevur seinastu árini havt fyrsta bústað sín á borgini Mar-a-Lago, sum liggur í West Palm Beach. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder