Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur í dag útsett freistina hjá Iran í fimm dagar eftir "sera góðar og úrtøkumiklar" samrøður við Iran seinastu tveir dagarnar um at finna eina loysn, sum kann fáa ein enda á krígnum í Miðeystri.
Tað skrivar Trump á sín egna sosiala miðil Truth Social.
Les eisini: Trump útsetir bumbuhóttan móti Iran í fimm dagar
Tíðindastovan Reuters enurgevur miðilin Axios, sum skrivar, at umboð fyri Turkaland, Egyptaland og Pakistan hava hitt serliga amerikanska sendifólkið Steve Witkoff, og iranska uttanríkismálaráðharran, Abbas Araghchi - hvør sær.
Fundirnir snúðu seg um at fáa ein enda á krígnum, sum nú er farið inn í fjórðu vikuna.
Trump sigur við journalistar í dag, at USA og Iran hava funnið semju um "avgerandi punkt", men tað er ógreitt, um ein avtala kemur í lag.
Sambært Ritzau siga ónvendar keldur í iranska stýrinum, at ongar samráðingar eru millum USA og Iran, meðan Trump sigur, at samráðingar eru í gongd við ein "tignarligan persón", sum ikki er ovasti leiðari í Iran. Sambært honum vóru samráðingar sunnukvøldið.
Amerikanski forsetin sigur at iranar vilja fegin gera eina avtalu, og tað vilja amerikanarar eisini, og verður helst ein telefonfundur í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald