Uttanlands

Trump: Hetta verður ein stórur trupulleiki fyri grønlandska landsstýrisformannin

Tað sigur amerikanski forsetin, eftir at Jens-Frederik Nielsen í gjár segði, at Grønland vil heldur vera aprtur av danska kongaríkinum enn USA

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Savnsmynd)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Savnsmynd)

2026-01-14 08:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Eitt skulu øll skilja: Vit ynskja ikki, at USA eigur og stýrir Grønlandi. Vit ynskja ikki, at hoyra undir USA. Vit velja tað Grønland, sum vit kenna í dag og sum er partur av kongaríkinum Danmark.

Soleiðis segði grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen á tíðindafundi saman við danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen í gjár.

Les eisini: - Vit standa saman og velja kongaríkið frammum USA

Hetta er ein útsøgn, sum sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump fer at verða ein stórur trupulleiki.

– Tað er teirra trupulleiki. Eg eri ósamdur við teir, segði Trump við journalistar í gjárkvøldið okkara tíð.

Eisini legði hann afturat, at hann ikki veit, hvør grønlendski landsstýrisformaðurin er.

– Eg veit ikki, hvør hann (Jens-Frederik Nielsen, red.) er, eg veit einki um hann, men tað verður ein stórur trupulleiki hjá honum.

Hvat hann meinar við, at tað verður ein stórur trupulleiki, er ikki greitt, skrivar Ritzau. Men Trump hevur fleiri ferðir seinasta árið endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland, og hevur hann heldur ikki útilokað at brúka hermegi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder