Uttanlands

Trump hildið longstu "State of the Union"-røðuna

Røðan, sum amerikanski forsetin helt í Kongressini í nátt var ein tími og 47 minuttir lang

Amerikanski forsetin, Donald Trump helt røðu fyri Kongressini í nátt (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump helt røðu fyri Kongressini í nátt (Mynd: EPA)

2026-02-25 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt okkara tíð helt amerikanski forsetin sína árligu "State of the Uion"-røðu fyri Kongressini, har greitt verður frá støðuni hjá amerikonsku tjóðini.

Røðan, sum Donald Trump helt í nátt var umleið ein tíma og 47 minuttir lang, og tað er tann longsta røðan, ein amerikanskur forseti hevur hildið fyri Kongressini, síðan í øllum førum 1964, skrivar CNN.

Við hesari røðuni tók Trump eisini metið, sum Bill Clinton setti í 2000, tá hann helt eina "State of the Union"-røðu, sum var ein tími og 28 minuttir lang.

Trump helt eisini eina røðu á ein tíma og 39 minuttir fyri Kongressini í fjør, men hetta var ikki formliga mett sum ein "State of the Union"-røða, av tí at slíkar røður vanliga bert verða hildnar av einum forseta, tá hann hevur sitið í í minsta lagi eitt ár, skrivar Ritzau.

Í røðu sínari nevndi Trump m.a. avgerðina hjá hægsta rættinum í farnu viku um, at revsitollurin, sum hann í fjør legði á útlendskar vørur, var ólógligur.

– Tað var ein sera óheppin avgerð, segði Trump, sum síðani hevur sett í gildi nýggjan toll við útgangsstøði í aðrari lóggávu. Hesin tollurin verður galdandi í 150 dagar.

Í røðuni heitti Trump eisini á Kongressina um at samtykkja eina nýggja lóg um samleikaprógv í sambandi við val.

Víst varð til lógarpakkan "Save America Act", sum er samtyktur av Umboðsmannatinginum men enn ikki av Senatinum.

Trump hevur hildið uppá, at umfatandi valsvik var orsøkin til, at hann tapti valið móti Joe Biden í 2020. Í røðu síni í nátt nevndi hann ikki valið í 2020, men hann endurtók, at umfatandi valsvik verður framt í USA.

Amerikanski forsetin nevndi eisini Iran, sum amerikanarar í løtuni samráðast við um eina nýggja kjarnorkuavtalu.

Sambært Trump roynir Iran at menna rakettir, sum kunnu raka USA, sum liggur uml. 10.000 kilometrar frá vestara parti av Iran.

– Tey hava longu ment rakettir, sum kunnu hótta Evropa og herstøðir okkara uttanlands, og tey arbeiða við at byggja rakettir, sum skjótt kunnu røkka USA, segði hann.

USA hevur fleiri ferðir heitt á Iran um at minka um nøgdina av uppríkaðum urani, eitt evni, sum kann brúkast í kjarnorkuvápnum.

Iran hevur fleiri ferðir víst aftur, at landið er í ferð við at menna kjarnorkuvápn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder