Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump og hansara leiklutur í sambandi við álopið á Kongressina í 2021, verður aftur undir sjóneykuni alla komandi vikuna, tá ein kanningarnevnd við limum úr Kongressini í Washington hvønn dag frá klokkan 15 til 17 fer at leggja fram skjøl og ymsar vitnisburðir í sambandi við pástandirnar um, at Trump stóð aftanfyri uppreisturin og álopið á The Capitol 6. januar 2021 - eisini umrøtt undir fyrstu hoyringini í farnu viku sum ein roynd at fremja eina kvettroynd.
Frá fyrstu hoyringini fríggjanáttina
Tá førdi varaforkvinnan í nevndini, Liz Cheney úr republikanska flokkinum fram, at Donald Trump stóð aftanfyri kvettroyndina eftir at hava tapt forsetavalið. Henda miseydnaðist, tá hansara varaforseti Mike Pence noktaði at gera eftir hansara boðum og sýta fyri at viðurkenna lógliga valið av Biden til nýggjan forseta. Eisini kom fram, at Trump kyndi uppundir uppreisturin við lygnini um, at svikað varð við valúrslitinum, og at valið varð stolið frá honum. Nakað, sum dómstólar og valeftirlitsfólk hava víst aftur.
Í fyrstu hoyringini hoyrdu vit upptøkur við hansara løgmálaráðharra Bill Barr, sum hevði gjørt forsetanum greitt, at hansara útsøgn um valsvik var “bullshit” og “crazy stof” og fullkomiliga ósætt. Hesum kundi eisini dóttur forsetans, Ivanka Trump taka undir við. Síðani hevur Trump víst hesum aftur og kallar Barr fyri óbrúkiligan og dóttrina misbrúkta í eini roynd hjá demokratunum at sverta seg út.
Nú verður so bíðað í spenningi eftir komandi hoyringunum, sum allar hava eitt ávíst tema. Tað ljóðar, at tær verða ikki minni skelkandi enn tann fyrsta.
Ein av amerikonsku sjónvarpsrásunum, sum sendir frá øllum hoyringunum er MSMBC
Endamálið við hoyringunum er fyri tað fyrsta at fáa allar upplýsingar um, hvat hendi 6. januar og undan hesum degnum, út til alt tað amerikanska fólkið. Ikki færri enn 20 mió. amerikanarar fylgu tí fyrstu hoyringini, sum varð send í flestu av teimum stóru sjónvarpsrásunum við undantaki av Fox News, sum hevði sína egnu hoyring við republikanskum politikarum, ið vardu Trump.
Hitt endamálið við hoyringunum er at geva nýggja løgmálaráðharranum, Merrick Garland, próvtilfar, sum kanningarnevndin vónar kann vera hjálp og blástur hjá Garland til at leggja eina sak móti Donald Trump fyri at hava roynt at gera kvettroynd, tí hann ikki vildi góðkenna demokratiska valið. Enn er óvist, hvat løgmálaráðharrin fer at gera men hann hevur sagt frá, at hann ætlar sær at fylgja øllum hoyringunum. Tað er bara løgmálaráðharrin, sum kann krevja Trump í rættin, og tí verður bíðað í stórum spenningi, hvat hann fer at gera við málið. Garland var annars í uppskoti til Hægstarættardómara, tá Obama var forseti, men tí ætlanini fekk Republikanski flokkurin forðað fyri. Eftir valsigurin setti Biden hann til løgmálaráðharra.
Stórt trýst er í løtuni á Garland til at ákæra Trump. Hann hevur tó gjørt púra greitt, at hann ætlar sær ikki at taka ímóti ráðum frá politikarum oø. Men ætlar sær sjálvandi at kanna málið til botns.
Biden forseti, sum ikki hevur viljað lagt seg út í, hvørvítt málið eigur at fara í rættin ella ikki, sigur, at hendir einki, sum kann steðga Trump, so ræður framhaldandi vandi fyri, hvat hann kann finna uppá skuldi hann verið afturvaldur til forseta.
Undir hoyringini mánadagin fara limir í Kongressnevndini at greiða frá, hvussu teir halda Trump royndi at stjala valið, hóast hann sjálvur visti, at hann hevði tapt. Tá fer eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Fox News, sum undir valinum var tað fyrsta at siga frá, at Biden hevði vunnið valið í Arizona og sum síðani hevur funnist at sjónvarpsrásini fyri at hava borið lygnina hjá Trump víðari, at vitna.
Í hoyringini mikudagin verður varpað ljós á, hvussu Trump á ólógligan og korruptan hátt royndi at koyra leiðandi fólk í løgmálaráðnum frá og seta síni egnu fólk ístaðin. Tá fara leiðandi fólk undir Trump at vitna.
Seinni fer kanningarnevndin at greiða frá, hvussu Trump legði trýst á sínar næstu stuðlar fyri at fáa teir til at ávirka Pence varaforseta til at broyta valúrslitið. Tað fer at vera partur av hoyringini hósdagin við samstarvsfeløgum hjá Pence, sum fara at vitna. Undir seinastu hoyringini seinast í vikuni verður ljós varpað á, hvat Trump veruliga fyritók sær á sjálvum álopsdegnum. Kanningarnevndin hevur ákært Trump at hava savnað høgravendar bólkar til at gera álop á The Capitol eins og hava roynt at sýtt fyri at lurta eftir vinum og familjulimum, sum vildi hava hann at fáa álopsfólkini at fara til hús.
Merrick Garland løgmálaráðharri. Tað verður hann, sum kemur at avgera lagnuna hjá Donald Trump, fyrrverandi forseta.
Keldur: BBC, CNN, MSNBC, Washington Post
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald