Uttanlands

Trump: Iransk embætisfólk tora ikki at siga, at tey ynskja eina avtalu

Iranski uttanríkismálaráðharrin sigur, at Iran hevur fingið eitt uppskot frá USA, men tað merkir ikki, at samráðingar eru í gongd

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-03-26 14:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iransk embætisfólk vilja gera eina friðaravtalu men tora ikki at siga tað, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

– Tey eru við í samráðingunum, og tey vilja so fegin gera eina avtalu, men tey tora ikki at siga tað, tí tey hugsa, at teirra egnu fólk fara at drepa tey, segði Trump undir árliga borðhaldinum fyri republikanskar limir í Kongressini.

– Tey eru eisini banginfyri, at vit fara at drepa tey, segði amerikanski forsetin sambært Ritzau.

Mikudagin segði iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araqchi, at Iran ikki er sinnað at samráðast. Trump hevur annars áður boðað frá, at samráðingar vóru millum londini.

– At tosa um samráðingar nú er tað sama sum at góðtaka ein ósigur, segði hann sambært iranskum sjónvarpi.

Boðað hevur verið frá, at USA hevur sent Iran eitt uppskot um friðarætlan í 15 punktum umvegis Pakistan.

Í nátt boðaði iranski uttanríkismálaráðharrin frá, at iranar vóru í ferð við at kanna amerikanska uppskotið, men at Iran samskiftir við USA umvegis meklarar merkir ikki, at samráðingar eru í gongd, undirstrikaði hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder