Uttanlands

Trump kannaður fyri corona – úrslitið var negativt

Í vikuni fekk Trump vitjan av brasilska forsetanum og tíðindatalsfólk hansara, sum síðani hevur fingið staðfest COVID-19

2020-03-15 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár lat amerikanski forsetin, Donald Trump, seg kanna fyri coronasmittuna. Tað gjørdi hann, eftir at hann fyrr í vikuni hevði havt vitjan av brasilska forsetanum Jair Bolsonaro og tíðindatalsfólk hansara, Fabio Wajngarten.

Tað er Fabio Wajngarten, sum síðani hevur fingið staðfest COVID-19, sum er tann sjúkan, mann fær av coronavirusinum.

At byrja við noktaði Trump at lata seg kanna, men nú boðar lækni hansara frá, sambært Ritzau, at hann er vorðin kannaður, og at úrslitið av kanningini var negativt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder