2026-02-28 22:25
Ali Khamenei ayatollah, ovasti leiðarin í Iran, er deyður.
Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at ísraelskir miðlar hava borið tíðindini um, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu sigur seg hava sæð myndir av deyða iranska leiðaranum.
– Khamenei, ein av óndastu persónunum í søguni, er deyður, skrivar Trump á sín egna sosiala miðli, Truth Social.
Hann sigur einki um, hvar hann hevur hesar upplýsingar frá.
Sambært Ritzau hevur Iran ikki váttað tíðindini.
Ísrael og USA fóru í morgun undir umfatandi álop á Iran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald