Uttanlands

Trump: Mette Frederiksen er ein frálík kvinna

Hon var øgiliga blíð. Hon ringdi til mín, og tað eri eg øgiliga glaður fyri, segði Trump, eftir at hava tosað við danska forsetisráðharran í telefon

Savnsmynd (EPA)

Savnsmynd (EPA)

2019-08-24 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan amerikanski forsetin, Donald Trump, avlýsti Danmarksvitjanina, sum skuldi vera 2. og 3. september, hevur forsetin havt eina góða telefonsamrøðu við danska forsetisráðharran, Mette Frederiksen.

Tað váttaði hann fyri miðlunum í gjárkvøldið, amerikanska tíð.

- Vit høvdu eina góða samrøðu. Vit hava gott samband við Danmark, og vit hava avtalað at tosa saman aftur seinni. Hon var øgiliga blíð. Hon ringdi til mín, og tað eri eg øgiliga glaður fyri, segði Trump.

Sambært DR, segði Trump einki um, hvat hann og Mette Frederiksen tosaðu um, men hann var jaligur.

- Hon er ein frálík kvinna, segði hann.

Trump avlýsti sína vitjan til Danmarkar, eftir hann fekk at vita, at tað ikki var gjørligt hjá honum at keypa Grønland.

Tað var amerikanski miðilin The Wall Street Journal, sum fyrst bar boðini um, at amerikanski forsetin var áhugaður í at keypa Grønland, og søgan varð seinni váttað av Hvítu Húsunum.

Mette Frederiksen segði hetta vera púra skilaleyst.

- Kim Kielsen hevur sjálvandi gjørt greitt, at Grønland er ikki til sølu, og so er ikki meira at siga um tað. Annars er øgiliga nógv annað, vit ynskja at práta við amerikanska forsetan um, segði hon.

Fáar dagar seinni, avlýsti Trump Danmarksvitjanina, og segði hann, at hann helt útsøgnina hjá Mette Frederiksen vera óhóskandi og vemmiliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder