Uttanlands

Trump sigur seg hava sæð prógv fyri at korona varð skapt á stovni í Wuhan

Tann amerikanska fregnartænastan hevur tó áður víst aftur, at koronasmittan er skapt av menniskjum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-05-03 16:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tá amerikanski forsetin Donald Trump á tíðindafundi varð spurdur um hann hevði sæð nakað, ið gav honum haldgóða trúgv uppá, at stovnurin fyri virusfrøði í Wuhan er føðingarstaðurin fyri koronasmittuni, svaraði hann “ja tað havi eg”.

Spurdur um hvat ger hann vísan í at virussið stavar frá stovninum fyri Virusfrøði í Wuhan, svarar forsetin, at “tað kann eg ikki siga tær frá, eg havi ikki loyvið at siga tær frá tí”.

Samstundis leggur umsitingin hjá Trump eina langtíðar ætlan, ið skal revsa Kina fyri Korona farsóttina, skrivar CNN.

Úttalilsi hjá Trump gongur ímóti tí sum amerikanska fregnartænastan sigur um upphavi hjá virussinum. Sambært BBC sigur fregnartænastan, at man framvegis er í gongd við at kanna hvaðani virussið stavar frá, men at tað ikki var skapt av menniskjum ella genetiskt lagt til rættis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder