Uttanlands

Trump skal hitta virkandi forsetan í Venesuela

Donald Trump og Delcy Rodríguez skulu eftir ætlan fundast týsdagin í sambandi við ST-aðalfundin í New York.

(Myndir: Andrew Caballero-Reynolds Juan Barreto/AFP/Ritzau Scanpix)

(Myndir: Andrew Caballero-Reynolds Juan Barreto/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-20 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin hittast amerikanski forsetin, Donald Trump og virkandi forsetin í Venesuela, Delcy Rodríguez í New York, boðar amerikanski ST-sendimaðurin, Mike Waltz frá.

Hetta verður fyrstu ferð, at Trump og Rodríguez hittast andlit til andlits, síðan amerikanskar herdeildir tóku táverandi venesuelska forsetan Nicolás Maduro til fanga 3. januar.

Maduro og kona hansara, Cilia Flores eru í løtuni í varðhaldi í New York, har tey verða rættarsøkt fyri m.a. rúsevnasmugling.

Rodríguez, sum var varaforseti undir Maduro, varð sett sum virkandi forseti, og hon skal hitta Trump í sambandi við eina samkomu, sum hann er vertur fyri í sambandi við ST-aðalfundin, og har verður ein stuttur fundur millum Rodríguez og Trump.

Hvat teir báðir leiðararnir skulu tosa um, verður ikki upplýst, skrivar Ritzau.

Amerikanski ST-sendimaðurin sigur tó eisini, at Trump eisini skal hitta bretska forsætisráðharran, Andy Burnham og japanska forsætisráðharran, Sanae Takaichi.

Tað verður fyrsti fundur millum Trump og Burnham, síðan Burnham gjørdist forsætisráðharri í juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder