Fyrrverandi løgmálaráðharrin undir Donald Trump seinastu tíðina í Hvítu Húsunum, William (eisini nevndur Bill) Barr varð høvuðsvitni undir 2. hoyringini av álopinum á Kongressina 6. januar 2021, mánadagin. Í upptøkum, sum vórðu gjørdar undan hoyringini, legði Bill Barr ikki fingrarnar ímillum og gjørdi greitt, at allar útsøgnirnar hjá Trump og nøkrum fáum av hansara sakførarum um at svik við atkvøðunum vórðu púra burturvið og høvdu einki við veruleikan at gera.
Bill Barr, løgmálaráðharri seinastu tíðina undir Donald Trump, noktaði fyri at gera eftir boðunum frá Trump at endurskoða valúrslitið og segði, at forsetin hevði fullkomiliga mist jørðforbindilsið, tá hann tosaði um valsvik. Hóast flestu av hansara næstu ráðgevum bóðu hann góðtaka sigurin hjá Biden, so valdi hann heldur at lurta eftir sínum fulla sakførara.
Hóast næstu medarbeiðarar forsetans aftur og aftur søgdu Trump frá, at einki svik varð í sambandi við valið, og at Biden hevði vunnið á lógligan hátt, so valdi hann heldur at lurta eftir sínum persónliga sakførara, einum dýrandi fullum Rudy Giuliani, sum sambart hoyringini, mælti Trump til at fara út til almenningin, longu áðrenn allar atkvøðurnar vóru taldar og kunngera, at hann hevði vunnið valið, og vístu tølini nakað annað, so merkti tað, at valsigurin varð stolin frá honum.
Barr brúkti orðini, sum eru høvuðsyvirskrift í nærum øllum miðlum í heiminum, sum umrøða hoyringina, at “he has become detached from reality”, Trump vildi rætt og slætt ikki vita av veruleikanum. Barr segði, at ørvitisákærur í sambandi við misbrúktar elektroniskar atkvøðumaskinur, pástandir um at stýrið í Venzuela stóð aftanfyri royndirnar at stjala valið og aðrar konspiratiónsteoriir vóru vitleysar og einki minni enn ørskapur.
Vendingar hann brúkti í sambandi við úttalilsini hjá Trump valnáttina vóru: “Bullshit, Nonsens, Crazy stof.” Sambært Bill Barr hevði Trump, hóast flest øll kring hann góvu honum ráð um at góðtaka valúrslitið, als ongan áhuga fyri at vita, hvat veruliga hendi. Barr var ein av teimum fáu av ráðharrunum hjá Trump, sum segði seg úr starvinum, tá Trump kravdi, at hann og hansara løgmálaráð skuldu kanna, hvussu valúrslitið var stolið. Hansara arbeiði var rætt og slætt ikki at taka ímóti kravboðum frá forsetanum.
Eitt av starvsfólkunum hjá Fox News, sum var partur av hoyringini, helt fast um, at Biden hevði vunnið Arizona, hóast Trump royndi at afturkalla tíðindini.
Tað gjørdi ikki støðuna betri fyri Trump, tá sjónvarpsrásin, sum annars stuðlaði Trump, Fox News, sum tann fyrsta í USA, kunngjørdi, at Biden hevði vunnið týðandi statin Arizona. Tað fekk øði í Trump, sum fekk sonin at ringja til eigaran av Fox News og krevja, at hesi tíðindi vóru gjørd ógyldug. Maðurin aftanfyri útsøgnina á Fox News var partur av hoyringini og gjørdi greitt, at tølini vóru røtt.
Tað kom eisini fram undir hoyringini, at Trump sum enn eina roynd at fáa valúrslitið ógyldað, royndi at seta sakførara í løgmálaráðnum til løgmálaráðharra, sum longu hevði gjørt eina ætlan fyri, hvussu hann sum løgmálaráðharri kundi leggja seg út í valúrslitið til fyrimunar fyri Trump, eftir at Bill Barr hevði lagt frá sær. Hesum kundu fleiri vitni vátta og kom fram, at tað fór at vera uppreistur í løgmálaráðnum, um maðurin hjá Trump, sum var mettur óegnaður til høga sessin, varð valdur til ráðharra.
Tá henda royndin eisini miseydnaðist, gjørdi Trump av at halda søguligu røðuna uttan fyri Hvítu Húsini, har hann heitti á sínar stuðlar at koma til Washington og forða fyri, at valúrslitið varð góðtikið í Kongressini. Og ta søguna hava vit hoyrt aftur og aftur, nevniliga, at tað eydnaðist ikki Trump at sannføra sín varaforseta, Mike Pence, at sýta fyri at góðkenna valúrslitið.
Her eitt av úttalilsunum hjá Bill Barr undir samrøðunum við kanningarnevndina:
“I was somewhat demoralized because I thought, ‘Boy, if he really believes this stuff, he has … become detached from reality. On the other hand, you know, when I went into this and would, you know, tell them how crazy some of these allegations were, there was never an indication of interest in what the actual facts were.”
Leinkja til umrøðu av 2. hoyringini í Washington Post:
https://www.washingtonpost.com/politics/2022/06/13/second-january-6-hearing-takeaways/?utm_campaign=wp_the_5_minute_fix&utm_medium=email&utm_source=newsletter&wpisrc=nl_fix&carta-url=https%3A%2F%2Fs2.washingtonpost.com%2Fcar-ln-tr%2F3717631%2F62a7ac63956121755ab6befb%2F5975bb0d9bbc0f1cdc025f28%2F11%2F49%2F62a7ac63956121755ab6befb
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald