Russland og Ukraina nærkast einari friðaravtalu.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump á World Economic Forum í Davos í dag sambært Ritzau.
Trump sigur, at hann samskiftir bæði við russiska forsetan, Vladimir Putin og ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj, og hann heldur, at teir eru komnir hartil, at teir kunnu gera eina avtalu saman.
Tað, sum, sambært Trump, hevur gjørt tað torført at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, er, at Putin og Zelenskyj hata hvønn annan, men Trump sigur, at teir nú eiga at gera eina friðaravtalu.
– Gera teir ikki tað, eru teir býttir. Og tað er galdandi fyri teir báðar, sigur Trump, sum kallar kríggið millum Russland og Ukraina eitt blóðbað.
Sambært Reuters skal Trump hitta Zelenskyj í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald