Uttanlands

Trump til Kina í mai

Umbønin hjá amerikanska forsetanum um at útseta toppfundin í Beijing orsakað av krígnum í Iran er gingin á møti

Seinast amerikanski forsetin, Donald Trump og kinesiski forsetin, Xi Jinping hittust var í oktober í fjør (Mynd: EPA)

Seinast amerikanski forsetin, Donald Trump og kinesiski forsetin, Xi Jinping hittust var í oktober í fjør (Mynd: EPA)

2026-03-27 18:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

14. og 15. mai vitjar amerikanski forsetin, Donald Trump í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing, har hann skal hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, og seinni vitjar Xi Trump í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C.

Tað upplýsa Hvítu Húsini sambært fleiri tíðindastovum.

Upprunaliga ætlanin var, at Trump skuldi vitja í Kina um mánaðarskiftið mars/apríl, men miðskeiðis í hesum mánaðinum bað hann um at fáa fundin við Xi útsettan orsakað av krígnum í Iran.

– Eg hugsi, at tað er umráðandi, at eg eri her. So tað kann vera, at vit útseta fundin eitt sindur, segði Trump.

Seinast Trump og Xi hittust var á toppfundi í Suðurkorea í oktober.

Í fjør vóru USA og Kina mitt í einum stórum handilskríggi, har tollurin endaði við at fara uppum tey 100 prosentini. USA og Kina hava tó síðani gjørt eina handilsavtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder