Uttanlands

Trump: Ukraina onga freist kortini

Upprunaliga hevði Ukraina fingið freist til hósdagin at góðkenna eitt amerikanskt uppskot til friðarætlan

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-11-26 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina hevði upprunaliga freist til í morgin at góðtaka amerikanska uppskotið til eina friðarætlan, sum varð lagt fram í farnu viku, men nú sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, at eingin greið freist er kortini.

Tað segði hann umborð á amerikanska forsetaflogfarinum, Air Force One í nátt, tá hann varð spurdur av einum journalisti, um freistin framvegis er galdandi.

– Eg havi ikki nakra freist. Vilt tú vita, nær mín freist er? Tá tað er endað, og eg haldi, at øll eru troytt av at stríðast beint nú. Alt ov nógv fólk doyggja, svaraði Trump sambært Ritzau.

Trump hevur áður sagt, at freistin kann verða flutt, um ábendingar eru um verulig framstig í samráðingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder