Uttanlands

Trump vil ikki brúka vald fyri at fáa hendur á Grønlandi

Amerikanski forsetin er júst liðugur við sína røðu á toppfundinum í Davos

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-01-21 15:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var eitt mistak av USA at geva Grønland aftur til danir eftir annan heimsbardaga.

Tað egði hann millum annað í røðu síni á toppfundinum, World Economic Forum, í Davos í dag, hann gav áhoyrarunum ein lítlan fyrilestur í søgu.

- Danska verjan helt í seks tímar, tá Týskland gjørdi innrás undir øðrum heimsbardaga. Tað var USA, sum bjargaði Grønlandi, og gav Danmark landið aftur eftir kríggið. Tað var eitt mistak av okkum, men vit gjørdu tað, segði Trump.

- Tí er tað ongin annar enn USA, sum kann verja Grønland, legði hann afturat.

Vil ikki brúka vald

Í røðu síni segði Trump, at hann hevur ynski um at koma í gongd við samráðingar um Grønland skjótast gjørligt.

- Vit góvu Grønland aftur til Danmark í virðing. Alt vit nú ynskja frá Danmark, er  at fáa rætt til ‘eitt petti av landi’, har vit kunnu byggja tann vakra “Golden Dome”, segði forsetin, og legði dent á, at hann ongar ætlanir hevur um at brúka vald til tess at fáa fatur á hesum. Trump nevndi fleiri ferðir, at tað bert var ‘eitt petti av ísi’, sum hann er áhugaður í.

Í røðuni lá eisini ein lítil hóttan móti grønlendingum, eftir øllum at døma, tá hann segði.

- Tit kunnu siga ja, og so verða vit glað. Tit kunnu eisini siga nei, og so fara vit at minnast tað.

“The Golde Dome”, sum Trump nevnir, er eitt skjøldur, sum Trump hevur ætlanir um at byggja, sum skal verja USA og Norðuramerika ímóti rakettálopum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder