Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tikið aftur innbjóðingina til grannalandið Kanada um at gerast limur í friðarráðnum, sum verður kallað “Board of Peace”.
- Kæri Carney, forsætisráðharri. Vinarliga tak hetta brævið sum eina váttan fyri, at friðarráðið tekur aftur innbjóðingina viðvíkjandi luttøkuni hjá Kanada í tí, sum verður tað mest virðismikla leiðsluráðið, sum nakrantíð er savnað. Takk fyri títt uppmerksemið í hesum málið, skrivaði Trump á Truth Social í nátt.
Forsætisráðharrin í Kanada, Mark Carney, fekk nógv altjóða uppmerksemi í hesi vikuni, tá hann á toppfundinum í Davos helt eina røðu, har hann vendi sær ímóti politikkinum hjá Donald Trump.
Stjórnin í Kanada hevur eisini sagt, at hon ikki er sinnað at rinda fyri at gerast partur í persónliga ráðnum hjá Trump, “Board of Peace”, hvørt endamál er at gera enda á ósemjum kring heimin.
Les eisini grein frá í gjár: Sjey lond aftuat komin í friðarráðið hjá Trump
Fleiri lond hava tikið ímóti innbjóðingini at vera við í Friðarráðnum. Í nátt gav Russland sítt samtykki at vera við.
Fleiri lond hava eisini sagt nei til at vera við – teirra millum Noreg og Svøríki. Danmark fekk ongantíð nakra innbjóðing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald