Mentan

Trupul er tú vetrartíð: Nýtt staklag frá Holgar Jacobsen

"Trupul er tú vetrartíð" er triðja staklagið, hann gevur út í ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-12-15 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juni kom lagið "Um tár vóru gull", í oktober kom lagið "Glóðin", og í gjár kom Holgar Jacobsen aftur við nýggjum staklagi.

Triðja staklagið, sum Holgar Jacobsen gevur út gjøgnnum Tutl í ár eitur "Trupul er tú vetrartíð".

Teksturin er ein yrking eftir Mikkjal á Ryggi, og lagið er eisini gamalt.

Á Facebook greiðir Holgar Jacobsen frá, at hann minnist lagið frá tá hann var drongur, og at hann í 2012 gjørdi eina roynd at finna framm til, hvør hevði gjørt lagið men uttan úrslit. Nú hevur hann so gjørt av at geva lagið út.

Tónleikarar eru hesir:

Høgni Klakkstein, trummur

Eyðun Johannesen, bass

Dánjal Tavsen, harmoniku, mix og master

Holgar Jacobsen, sang og gittar

Upptøkurnar eru gjørdar í Klaksvík og Sørvági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder