placeholder
Innanlands

Trupulleikar við skøru í Nes kommunu

Heitt verður á borgarar um at gera sítt og grava skøruna í egnum øki og í felagsøkjum upp fyri at fyribrgja, at skøra spjaðir seg

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2020-07-07 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Runt um í  Nes kommunun sæst skøra á nøkrum støðum, og hetta kann veruliga gerast ein trupulleiki. Tískil verður á nes.fo heitt á borgarar, um at taka skøru, ið tey síggja, upp

- Til tess at fyribyrgja, at skøra fær fótafesti og spjaðir seg, verður heitt á fólk um at grava skøruna upp í egnum øki og í felagsøkjum. Umráðandi er at taka skøruna upp við rót. Skøran skal í ein posa, sum verður burturbeindur sum vanligt húsarhaldsburturkast, sum verður brent.

Dentur verður lagdur á at ikki nýta týningarevni ella salt: 

- Heitt verður á fólk um ikki at brúka týningarevni ella salt móti skøruni. Hetta situr leingi eftir í jørðini og ávirkar annan gróður og umhvørvið annars. Har sum skøra er tikin upp, kann sáast ella plantast við øðrum vøkstri, soleiðis at skøra ikki festur seg aftur.

Oftast sæst skøra framvið vegum, gøtum og á traðum í kommununi, har hon hevur fest seg í lendið, har annar vøkstur ikki er so nógvur. Fær skøra fótafesti, kann hon vaksa seg stóra og spjaðast, skrivar kommunan á heimasíðu sínari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder