2020-08-09 12:00
Trý ferðafólk, sum komu til Føroya umvegis Vága Floghavn um vikuskiftið hava fingið noktað innferð til Føroya.
Talan er um ein persón úr Rumenia, sum kom til Føroya fríggjadagin, og eitt par, sum kom úr Spania í gjár.
Orsøkin til, at hesi ikki sleppa inn í landið er, at tey koma úr reyðum londum, og at tey einki sonevnt viðurkenningarvert endamál hava í Føroyum. Í hesum førinum ger tað ongan mun, um fólkini kunnu vísa á eina negativa koronakanning.
Persónurin úr Rumenia varð sendur av stað aftur við flogfari sama dag, meðan parið úr Spania fer av landinum aftur nú á middegi, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald