Mentan

Trý jólaløg við nýggjum føroyskum bólki

The Orbit Orchestra er mannað av starvsfeløgum í BankNordik

2019-11-26 08:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

The Orbit Orchestra er nýggjur tónleikabólkur, sum í dag gevur eina EP við trimum nýggjum jólaløgum út. Sangirnir eru skrivaðir í ár, og eru nú tøkir á eitt nú Spotify, Apple Music og YouTube.

Manningin í The Orbit Orchestra er Páll Oddur Rubeksen, akk. gittar og vokal, Jón Brekku, el-gittar, Jan Guttesen, bass, Arnhold Olsen, klaver, og Jósva Debes, trummur. Gestatónleikari er trompetleikarin Johan Hentze.

- Vit hava allir okkara dagligu gongd í BankNordik, har vit eisini hava spælt til ymisk tiltøk hjá samtakinum. Nú jólini nærkast, hildu vit, at tað var upplagt at fara í upptøkuhølini at spæla nøkur jólaløg inn, og geva tey út alment, sigur ein væl nøgdur Jan Guttesen.

Fyri einum góðum mánaði síðani var bólkurin í Studio Bloch, og við sær út aftur hevði bólkurin trý bleyt rokk-løg, sum øll eru skrivað av bólkinum. Løgini eru á enskum.

Kend andlit úr føroyska tónleikaumhvørvinum
Páll Oddur Rubeksen er kendur frá tónleikabólkinum Páll Finnur Páll, og Jósva Debes sum trummuspælari hjá fleiri føroyskum tónleikabólkum. Restin av manningini hevur eisini fingist við tónleik. Jan Guttesen og Jón Brekku vóru virknir innan tungmálmstónleikin, sum var at hoyra í fyrstu hálvu av 90unum, meðan Arnhold Olsen hevur spælt til ymisk andalig tiltøk.

EP’in kallast Christmas All Around, og umframt heitislagið eru løgini Christmas is Coming Home og Merry Xmas Everyone. Vinjar E. Petersen og Anton Liljedahl hava staðið fyri upptøkunum, meðan Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur mastrað løgini. Tað er Tutl, ið gevur út.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder