Mentan

Trý listaverk til krabba-hjálpina

Sí verkini hjá Tróndi Patursson, Guðrið Poulsen og Joel Cole, ið verða seld á uppboði á ‘Føroyar móti Krabba’-tiltakinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-18 13:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun komu tey trý listafólkini, Tróndur Patursson, Guðrið Poulsen og Joel Cole í Norðurlandahúsið við hvør sínum listaverki, ið varð latið Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum.

Talan er um listaverkini, ið verða seld í almennum uppboði í sambandi við stóra tiltakið Føroya móti Krabba, sum Krabbameinsfelagið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið skipa fyri leygarkvøldið 27. mars.

Listafólkini fingu 24 dagar at evna síni listaverk. Tróndur Patursson kom við einum málningi í eyðkenda djúpbláa litinum, Guðrið kom við einum svartari skurmynd úr leiri og Joel kom við einum av sínum eyðkendu skurmyndum úr amerikanskum viði.

Frá í dag av kunnu listaverkini skoðast í forhøllini í Norðurlandahúsinum, og longu nú ber eisini til at koma við einum boði upp á listaverkini.

Boðið byrjar við 5.000 og 20.000
Skurðmyndirnar byrja við 5.000 krónum og málningurin við 20.000, og Krabbameinsfelagið dylir ikki fyri, at tey ynskja at prísurin kemur væl upp um byrjanarupphæddina.

Inntøkurnar frá uppboðssøluni fara til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum at hjálpa sjúklingum og avvarðandi, ráðgeva, upplýsa og veita stuðul til gransking. Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga listafólkunum fyri stuðulin.

Keyparin má sjálvur tulka
Einki av listaverkunum hevur heiti. Tað verður upp til tey, ið ogna sær verkini, at finna fram til hvat verkið ímyndar.

- Eg vildi ikki geva hesum listaverkinum eitt heiti, men tað er heilt vist, at eg gjørdi mínar tankar, meðan eg evnaði verkið til.

- Men eg haldi tað ikki vera rætt at fortelja hvørjar tankar eg leggi í verkið – tað eigur tann, ið ognar sær tað, sjálv/ur at gera, tí eg ynski ikki at ”lukka” verkið. Men eg tosi gjarna við tann, sum keypir, segði Guðrið Poulsen í dag.

Tað bláa: Ongin byrjan og ongin endi
Tróndur Patursson greiddi frá, at hann kallar allar málningar sínar fyri náttúrulýsingar, og tað er hesin málningurin eisini.

- Tað er soleiðis við litinum ultramarine, at hann hevur onga byrjan og ongan enda. Liturin er djúpur sum havsins dýpi og høgur sum himmals hæddir. Tí hevur hetta nakað við lívið at gera, hetta at ganga móti ljósinum, um sorg og gleði, sum eg haldi hóskar væl til endamálið, greiddi Tróndur Patursson frá.

Bæði livandi og deytt træ
Joel Cole greiddi frá, at hansara verk er gjørt í framhaldi av verkunum um samleika, sum hann júst hevur sýnt fram.

- Eg havi arbeitt við einum hugskoti um vón. Eg koyri dagliga framvið lýsingaskeltinum, sum sigur at ”tað rakar okkum øll”, og hetta hevur rørt meg meðan eg havi tilevnað verkið.

Joel Cole greiðir frá, at tilfarið hann hevur brúkt er bæði livandi og deytt. Hetta skal skiljast so, at kúpan í miðjuni er úr einum ahorn træði, sum var rotna á aðru síðuni og livandi í hinari. Tað sær mann tá ein nærhyggur at skurmyndini. Annars er skurmyndin gjørd úr mahogany, gittarstreingjum hjá føroyskum tónleikarum og sett á basalti úr Skopun. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder